KÍ livir í vónini

Fótbóltur: Skulu spæla móti toftamonnum um plássið í 2. deild

2. deild menn:

LÍF?KÍ 0?1 (0?0)


Tað varð frammanundan mett sum so at siga ómøgulig uppgáva, at KÍ skuldi fáa nakað við til hús, tá teir leygardagin fóru til Leirvíkar at stríðast fyri lívinum í næstbestu deildini, men KÍ vann, og harvið varðveittu teir vónina um aftur komandi ár at spæla í næstbestu deildini. Um vónin skal gerast til veruleika veldst um samantalda úrslitið, tá teir tey bæði næstu vikuskiftini skulu spæla tvær ferðir móti næstbestu toftamonnunum.

Mjørkin var so mikið tjúkkur, at tað var ómøguligt at síggja mun á bláum og grønum, og tí vóru spælararnir í 2. hálvleiki í skyggjandi vestum.

Harry Benjaminsen hevur uppflytingardystirnar móti ÍF ella Sumba at hugsa um, og tí hevði hann valt at lata teir báðar pólverjarnar, Mirek og Tomek, sum báðir hava tvey gul kort á kontoini, sita uttanfyri, og rættuliga tíðliga vórðu smáskaddu Kaj Eli Olsen og Kristian Eliasen tiknir av vøllinum.

Trygvi Olsen vardi málið hjá LÍF, meðan Hallur Hansen kom inn á miðvøllin fyri Kaj Eli Olsen. Á miðvøllinum vóru eisini Poul Suni Dam og Kristian Eliasen, sum Petur Sjúrðarberg loysti av, og í álopinum kom bara 16 ára gamli Sigfríður Olsen inn. Í byrjunaruppstillingini vóru Kristian á Reynatrøð og Jonhard Høgnesen í álopinum. Í verjuni vóru Erik Lervig, Tórhallur Justinussen, Ove Heinesen, John Olsn og Árni Jacobsen.

Í 1. hálvleiki høvdu Árni Jacobsen og Jonhard Høgnesen ein dupultan møguleika, men málverjin hjá KÍ, Meinhardt Joensen, sum alla tíðina var tryggur, bjargaði frágera væl, og eina ferð raktu leirvíkingar á tvørtræið.

Toppskjúttin hjá KÍ, Helmar Lassen, var ikki tøkur, og tí spældu Høgni Kastalag og Torleif Eyðun Petersen fremstir. Á miðvøllinum vóru Kristian Andreasen, Jóhannes Færø og Meinhardt Hansen, og í verjuni vóru Andreas Josephsen, Ove Nysted, Niclas Niclasen, Sámal Eyðfinn Poulsen og Pól Juul Vilhelmsen.

Tað vil við øðrum orðum siga, at KÍ var betri mannað, enn teir ofta hava verið, teir lógu aftarlaga á vøllinum og lúrdu eftir møguleikanum, og seks minuttir undan leikloki fingu teir mál. Meinhardt Hansen legði innfyri úr høgru, og fýra metrar úr málinum heilfluktaði Jóhannes Færø í málið.