KÍ misti pengar

Av teimum nógvu kreditorunum hjá Injector Trawldoors er Klaksvíkar Ítróttarfelag ein. Teirra missur er sponsorpeningur fyri í hvussu er eitt ár.

Fyrrárið gjørdi KÍ sáttmála við Injector Trawldoor um at sponsorera, og tá fekk fótbóltsvøllurin í Klaksvík navnið Injecotr Arena.
Men tað gekk illa at fáa peningin frá Injector Trawldoors, og tá ið Injector Trawldoors endaði í fútarættinum síðsta summar, gavst KÍ at rykkja eftir peninginum.
Nevndin helt tá, at frægast var at gevast við at rykkja eftir pengunum og heldur brúka pengarnar til annað virksemi.
Sáttmálin segði annars, at KÍ skuldi hava 120.000 krónur um árið. Í fjør fekk felagið ikki eitt oyra, so kravið til trotabúgvið var í minsta lagið tað.
Vøllurin fekk síðani aftur navnið vøllurin á Djúpumýri.