KÍ misti í síðstu løtu

1. DEILD: Inntil tað restaðu tíggju minuttir, var KÍ á odda 2-0 á Svangaskarði

Tað var toppuppgerð í næstbestu deildni, tá ið tað eftir summarsteðg tíðliga seinnapartin varð farið undir aftur landskappingina í 1. deild.

B68 hevði vitjan av oddaliðnum KÍ, og úrslitið var 2-2. Tað var týðuligt, at heimaliðið kendi seg hava vunnið eitt stig, meðan gestirnir vóru vónbrotnir av, at teir ikki høvdu alt við sær aftur til hús.

Inntil tað restaðu tíggju minuttir bendi alt á, at klaksvíkingar skuldu fara av Svangaskarði við øllum stigunum.

KÍ liðið var væl mannað. Meinhardt P. Joensen vardi málið, Ólavur Niclasen, sum seinastu ferðirnar hevur verið millum teir fyrstu ellivu á besta liðnum, var í miðverjuni, og Jóannes Bjartalíð, Kristoffur Jakobsen og Óli Eyðsteinsson Poulsen vóru millum teir fyrstu ellivu.

 

Eitt korter var farið, tá ið Óli Eyðsteinsson Poulsen setti hol á, og átta minuttir eftir steðgin økti Eivin Sørensen um KÍ leiðsluna, so hon var 2-0.

 

So var tað, at heimaliðið svaraði aftur. Tað restaðu tíggju minuttir, tá ið liðformaðurin Jann Ingi Petersen minkaði um munin við brotssparki, og fýra minuttir eftir, at vanliga leiktíðin var farin, javnaði Otto Reinert Petersen, sum var skiftur inn, tá ið tað restaði eitt korter.

 

KÍ er oddalið við 39 stigum, og B68 er á fjórða plássi við 32 stigum.

Hóskvøldið eigur KÍ heimavøll ímóti NSÍ, og leygardagin fer B68 suður til Vágs.