Tony Paris heldur fram sum høvuðsvenjari hjá KÍ, og hann fær næsta árið Eyðun sum hjálparvenjara.
Eyðun Klakstein er 33 ára gamal. Hann hevur spælt fótbólt á besta liðnum hjá KÍ í nógv ár, og seinnu árini hevur hann eisini verið venjari hjá yngri liðum í felagnum.
Eyðun hevur seinasta hálvtannað árið verið ungdómsvenjari hjá KÍ, og hann tekur í løtuni hægstu venjaraútbúgvingina hjá Fótbóltssambandinum.
- Vit eru sera fegin um, at vit hava fingið Eyðun sum hjálparvenjara hjá Formulaliðnum. Eyðun hevur drúgvar royndir sum spælari, og hann hevur seinnu árini eisini víst sínar dygdir sum venjari, sigur Palli Ziskason, stjóri í sp/f KÍ.