Løgmanssteypið
KÍ og B36 tryggjaðu sær í dag sæti í steypafinaluni, men í báðum førum var talan um tveir sera spennandi dystir.
Í Havn skuldi HB vinna við minst tveimum málum á B36, men talan gjørdist bert um einsamalla málið, sum Pætur Dahl skeyt longu í 5. minutti. Talan var alla tíðina um ein sera spennandi dyst, har B36 í longum løtum hevði yvirvág, men har HB so sanniliga eisini hevði sínar møguleikar.
Í Runavík spældu KÍ og NSÍ javnleik, 2-2, og við regluni um mál á útivølli førir hetta við sær, at tað verður KÍ sum skal spæla í finaludystinum á ólavsøku. Eins og í Havn var talan eisini her um ein spennandi dyst, og serliga seinastu løtuni løgdu runavíkingar nógv fyri í royndunum at avgera dystin.
Úrslitini:
HB-B36 1-0 (1-0)
1-0: Pætur Dahl
NSÍ-KÍ 2-2 (1-2)
1-0: Sonni L. Petersen
1-1: Hjalgrím Elttør
1-2: Alexander Djordjevic
2-2: sjálvmál