KÍ og HB spæla finalu í Klaksvík

Javnaldrarnir KÍ og HB vunnu í dag hálvfinalurnar í Klaksvíkarkappingini. KÍ vann á B36, og HB vann á EB/Streymi Fyrsta fótbóltskappingin í ár er hetta vikuskiftið. Spælt verður í Klaksvík, og í dag hava hálvfinalurnar verið í góðum fótbóltslíkindum.

HB og EB/Streymur spældu fyrra dystin, og her vann HB 3-1.

Í seinna dystinum spældu KÍ og B36, og tá endaði við javnleiki. KÍ spældi stóran partin av dystinum við 10 monnum eftir eina útvísing miðskeiðis í fyrra hálvleiki.

Neyðugt var við brotssparkskapping fyri at avgera dystin, og her vann KÍ 3-0. Eingin av skjúttunum hjá B36 rakti málið. Allir tríggir skjúttarnir hjá KÍ skoraðu.

Finalan millum HB og KÍ verður sunnudagin kl. 15.00.

EB/Streymur og B36 spæla um triðja plássið kl. 13.00.