K og L á vallistanum

Nú er greitt hvørji bókstavir nýggju flokkarnir fáa

Løgtingsvalið 31. august er fyrstu ferð, at Framtakið og Føroyaflokkurin eru millum valmøguleikarnar hjá veljarunum til eitt val her á landi.

Tað merkir, at tveir nýggir bókstavir eisini vera á vallistanum til komandi løgtingsval. Frammanundan verða bókstavarnir A, B, C, D, E, F og H longu brúktir av verandi flokkum og verður tað neyvan broytt.

Hóast tað ikki er fyrr enn 5. august, at løgmaður skal geva flokkunum eina bókstavamerking, hevur tað verið greitt í eina tíð, at Framtakið fær bókstavin K. Seinast bókstavurin K bleiv brúktur í samband við løgtingsval var í 2004, tá Hin Stuttligi Flokkurin stillaði upp.

Hin nýggi flokkurin á løgtingsvalinum, Føroyaflokkurin, hevur sambært R7 fingið bókstavin L. Tað er heldur ikki ein ókendur bókstavur í føroyskum politikki, men bleiv hann seinast brúktur í 2008, tá Miðnámsflokkurin var á vallistanum.