Kópar oyðileggja fisk í gørnum

Kópar, sum halda til á leiðini við Bornholm í Danmark, oyðileggja tosk, sum situr í gørnunum hjá útróðrarmonnum. Talan kann gerast um stór virðir, sum útróðrarmenn missa av hesi orsøk.

Skiparin á útróðrarbátinum, R 32 Ninni, Bo Grønbech Johansen, sigur við Fiskeri Tidende, at hann herfyri noyddist at avlýsa søluna av fiskinum í Allinge, tí toskurin, hann hevði fingið í gørnunum, var bitin í pettir av kópi, og tí kundi hann ikki seljast.

Bo Grønbech Johansen hevði fiskað upp í fimm kassar av toski, men tað mesta var óbrúkiligt.

- Hevði eg selt tey 250 pundini, hevði eg tjent út við 6000 krónur, sigur hann við blaðið.