KÍ-profilur til EB/Streym

Tað er nógvur aktivitetur í EB/Streymi um dagarnar. Felagið boðar í dag frá, at sáttmáli er gjørdur við Kristoffur Jacobsen hjá KÍ. Hóast bara 21 ára gamal, so hevur Kristoffur Jacobsen verið ein av lyklaleikarunum hjá KÍ seinnu árini. Hann er fastur maður á U21-landsliðnum og hevur eisini verið inni kring landsliðshitan, tá Jógvan Martin Olsen sendi boð eftir honum. Sambært heimasíðuni hjá EB/Streymi er talan um sáttmála fyri kappingarárið 2010. Fyrr í dag boðaði EB/Streymur umvegis heimasíðu sína eisini frá, at felagið hevði longt sáttmálan við Gudmund Nielsen, soleiðis at hann eisini verður í EB/Streymi í 2010.