Kópur og nísa og toskur og hýsa

Á stóru framsýningini um veiðimentan í Útnorði, sum letur uppí Norðurlandahúsinum um vikuskiftið, verður alt frá veiðidjórum til framtíðar tøknifrøði, sum nýtt verður í nútíðar veiðimentan, at síggja

Framsýning


Stórfingin framsýning um veiðimentan í Útnorði letur upp í Norðurlandahúsinum í dag klokkan 15.00. Framsýningin er opin mánaðan út.
Framsýningin umfatar alt, sum hevur við bæði gamla og eisini komandi veiðimentan í útbnorði at gera.
Vit síggja ein eftirgjørdan grindahval, sum saman við øðrum djórum á framsýningini umboðar tey djór, veidd hava verið, so leingi fólk hevur búð í umráðnum.
Vit síggja millum annað eina grønlendska kajakk, sum umboðar tey amboð, hesi fólkini hava brúkt til at veiða sær djór til lívsins uppihald.
Og vit síggja eins hátøknifrøðiliga íslendska flow linju, sum umboðar ta komandi veiðimentanina, har maskinurnar hava tikið yvir starvið við at viðgera tað, veitt verður á okkara døgum.
Framsýningin er listaliga sett upp, soleiðis at tann vitjandi fær varhugan av at ferðast í umhvørvinum, sum hon skal vísa. Tað er listamaðurin Edward Fuglø, sum hevur staðið fyri tí partinum.
Framsýningin komin í lag av einum útnorðursamstarvi millum teir tríggjar partarnar, Grønland, Ísland og Føroyar. Fyrireikingarnar hava staðið við í trý ár, til nú latið verður upp.