Kór úr Noregi á vitjan

Mikudagin í næstu viku fáa vit forvitnisliga vitjan av einum kóri í Noregi. Tá kemur St. Laurentiuskórið á vitjan

Kórið verður í Føroyum frá mikudegnum 26. juni til 1. juli. Kórið fer at hava tvær konsertir í Føroyum. Tann eina verður í Vesturkirkjuni í Havn hóskvøldið 27. juni kl. 19, og hin verður í Fríðrikskirkjuni á Toftum sunnudagin 30. juni kl. 16. Konsertin á Toftum verður við luttøku frá Eystankórinum.
Kórið er eitt blandað kór, sum fevnir um fólk úr tíggju ára aldri og upp til 60 ár. Kórið er stórt og hevur einar 100 virknar limir. Kórið er sera virkið og hevur ein hóp av konsertum og framførslum á baki. Tað hevur ferðast víða um í Evropa og hevur vitjað í teimum flestu londunum frá gamla Jugoslavia til Írland og nú eisini í Føroyum. St. Laurentiuskórið samstarvar eisini við yrkistónleikarar.
Kórið varð sett á stovn allahalganadag í 1964, tá Kjell W. Christiansen hevði fyrstu framførsluna við nýstovnaða kóri sínum í Løvensborg kirkjuni, sum er fra 1200-talinum. Árið eftir fekk kórið navn eftir St. Laurentius, sum er verndarhalgimenni hjá Løvensborg kirju.
Tónlistarliga spennir kórið víða og spælir alt frá miðaldar- og gregorianskum kirkjutónleik til meira nýmótans musicals. Kórið hevur tó støðið í klassiskum kirkjutónleiki. St. Laurentiuskórið hevur sungið inn á plátu og givið út eina fløgu við jólaløgum.
Kjell W. Christiansen er útbúgvin sangpedag, og hann hevur stjórnað kórinum frá byrjan av. Kórið hevur eina heimasíðu, sum liggur á www.laurentiuskoret.org.