Brúkaraumboðið hevur nú givið bæði Føroya Tele og Vodafone átalu og ávaring. Orsøkin er, at bæði feløgini hava lýst við, Føroya besta televeiting. Tað segði Føroya Tele um sítt 4G samband og farnet, og tað gjørdi Vodafone um sítt sjónet.
Og úrslitið av tí var, at bæði Føroya Tele og Vodafone kærdu hvønn annan fyri at brúka orðini Føroya besta í sínum lýsingum.
Brúkaraumboðið sigur, at tað er eitt krav í lógini, sum ásetur, at upplýsingar um, sum hesir skulu kunna skjalprógvast. Og tí eru bæði Føroya Tele, og Vodafone, biðin um at prógva, at hald er pástandinum um at tey hava Føroya bestu veiting. Men tað hevur hvørgin av teimum klárað at prógva
Tí heldur Brúkaraumboðið, at talan er um brot á marknaðarføringslógina, sum kundu enda við bót.
Men í hesum føri, har bæði feløgini hava kært hvønn annan, verða tey ikki meldað á hesum sinn. Men bæði Føroya Tele og Vodafone fáa átalu og avaring, sigur Brúkarafelagið.
Samstundis ger Brúkaraumboðið báðum fyritøkunum greitt, at lýsingar sum hesar ikki skulu verða nýttar í framtíðini, uttan at nøktandi skjalprógv eru fingin til vega.