TB fekk ikki viðhald frá Aganevndin hjá Fótbóltssambandinum í kæru síni. Kæran snúði seg um, at HB brúkti ólógligar leikarar í einum dysti fyrr í hesum mánaðinum.
TB kærdi HB fyri at hava brúkt ólógligar leikarar í triðseinasta umfarinum, í dystinum í Havn 9. oktober, og sum havnarfelagið vann 2-1.
Kæran varð fyrst viðgjørd í Fótbóltssambandinum, sum síðani sendi hana til Aganevndina ið gjørdi úrskurð í málinum mánakvøldið.
Við hesi avgerðini eru tvey feløg ájøvn í stigum og sum nr. 2 í 1. deild - AB og TB. Bæði hava 58 stig, men argjamenn hava betri málúrtøku enn tvørámenn - AB hevur +50 mál og TB +44.
Tí verða dystirnir leygardagin avgerandi fyri, hvørt teirra flytir upp í Vodafone-deildina.
Tí er lagt upp til tvey fótbóltsbrak á Argjum og á Streymnesi. Á Argjum tekur AB ímóti FC Hoyvík, og við Margáir fær EB/Streymur vitjan av TB.