Kæran skjótt avgreidd

Landsstýrismálanevndin fer nú undir at avgreiða seinastu kæruna móti Høgna Hoydal

28. februar í ár kærdi Jørgen Nicalsen, formaður Fólkafloksins, Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskivinnumálum, fyri at hava skrivað út fiskirættindi fyri 2017, og síðan í heimildarloysi tikið somu rættindi aftur.


Um alt gongur sum ætlað, so fáa Høgni Hoydal og Jørgen Niclasen skjótt svar á kæruna, tí landsstýrismálanevndin er liðug at viðgera málið og fer nú at skriva niðurstøðuna. Tað upplýsir Magnus Rasmussen, formaður í nevndini, fyri kvf.fo.


Við KVF sigur Magnus Rasmussen, at nevndin miðar eftir at svara kæruni og harvið hava slætt borð fyri jól. Fundur var í landsstýrismálanevndini í morgun har málið bleiv viðgjørt.