Kærarin onga viðmerking

Tað hevur leingi verið kent, at kært er um útfyllingina við havnarlagið á Tvøroyri, har Varðin Pelagic ætlar at byggja út.??
Kærustovnur Føroya upplýsir, at tað er Kári Thomsen, formaður í Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag, sum hevur kært útfyllingini.??Men hann hevur als ongar viðmerkingar til kæruna.??
- Kæran er undir viðgerð, og eg havi einki at siga í málinum, meðan so er, sigur Kári Thomsen.??
Á Kærustovninum verður upplýst, at miðað verður fram ímóti at fáa fund í nevndini 1. mars.??Tá nevndin kemur saman, tekur hon avgerð sama dag, verður sagt av Kærustovni Føroya.