Fyrrapartin hava vitnir, sum arbeiddu saman við ákærda í november í fjør, verið avhoyrd.
Ákærin hevur ført vitnir, sum siga, at avgerandi broytingin hendi um ta tíðina, tá Piddi hvørvur og verður eftirlýstir.
Vitnir siga, at longu eftir summarsteðgin byrjaði ákærdi at broyta atferð, men vitnini hjá ákæruvaldinum siga, at tað var í viku 44 og 45, tíðarskeiðið 1. til 9. november, at avgerandi broytingin hendi.
Øll eru samd um, at tá ákærdi hitti fyrrverandi konu Pidda, broyttist hann. Hann fór at senda sms og at tosa í telefon rættiliga nógv. Men stóra broytingin hendi eftir 1. november, tá ákærdi gavst at vera saman við hinum.
Hann gavst at koma inn í matstovuna, virkaði rættiliga óróligur og nervøsur, og gekk bara fyri seg sjálvan. Summi søgdu, at hann gjørdist »åndsfráverandi« og heilsaði ikki upp á fólk.
Gjøgnum hetta tíðarskeiðið fekk ákærdi minst tvær ávaringar, fyri at rýma frá framleiðslubondunum, og harvið leggja størri arbeiðsbyrðu á onnur.
Eitt vitni greiddi frá, at hann undraðist á, at hann ein dagin nevndi, at tað var løgi, hvar Piddi var blivin av. Tá segði ákærdi seg ikki kenna Pidda. Og tað var undarligt, tí dagin fyri hevði ein annar kroati sagt við ákærda, tá hann kom inn í matstovuna eftir einum koppi av kaffi, at tað var hann, sum hevði gjørt av við Pidda. Hann førdi samstundis hondina tvørtur um hálsin sum tekin um hetta.
Men tað segði ákærdi ikki bar til, tí Piddi vigaði minst 200 pund.
Nógv av avhoyringunum gekk upp á smálutir um sár og plástur.
Rættarmálið heldur fram seinnapartin.