Ákærdur fyri brot á útlendingalógina

Ein reiðari er ákærdur fyri fimm brot á útlendingalógina, umframt brot á revsilógina

Kári Hansen, reiðari, er ákærdur fyri fimm brot á útlendingalógina. Talan er um ein litava, sum hevur verið mynstraður umborð á skip hansara uttan arbeiðsloyvi.
Við Dimmalætting sigur Kári Hansen, at arbeiðsloyvið var á veg, og talan var bert um ein formligan spurning.

Grovt lógarbrot
Linda Hesselberg, ákæri, sigur, at hetta verður sætt, sum eitt grovt lógarbrot. Litavin varð í desember 2002 útvístur úr Føroyum og misti innfararaloyvið í eitt ár.
Av tí, at reiðarin sjálvur varð mynstraður umborð og litavin ikki varð mynstraður, er reiðarin tí eisini ákærdur fyri brot á §162 í revsilógini.
Talan er um ein línubát, og verjin sigur, at báturin hevur ikki mynstringarskyldu.
Í løtuni er ákæruvaldið í holt við at kanna teir túrararnar, litavin var við á, og hvussu leingi báturin var burtur teir túrarnar. Tí um báturin hevur verið burtur í meira enn tvey døgn, so er mynstringarskylda.
Málið verður nú kannað víðari, og tað verður væntandi tikið uppaftur í rættinum einaferð í august.