Ákærdur fyri gomul morð

Ákæruvaldið í Finnlandi hevur ákært ein 63 ára gamlan mann fyri at hava beint fyri einum ungum manni og tveimum gentum fyri 45 árum síðani. Sjálvur sigur maðurin, at hann minnist ikki, hvat hendi tað kvøldið í 1960.

Tvær 15 ára gamlar gentur og ein 18 ára gamal drongur vórðu funnin deyð í einum tjaldi tætt við eitt vatn. Tey vóru stungin við knívi. Ein annar 18 ára gamal drongur, Nils Gustafsson, lá vitleysur í tjaldinum. Hann var eisini stungin fleiri ferðir og hevði brotið kjálkabeinið. Nú vil ákæruvaldið vera við, at tað var hann, sum myrdi hini trý.

Eftir finskari lóg kann eitt drápsmál takast uppaftur, sama hvussu gamalt tað er, og ákæruvaldið hevur gjørt av at taka tað 45 ára gamla málið framaftur, eftir at bretskir serfrøðingar kannaðu gomlu skógvar hansara fyrr í ár. Verður hann funnin sekur, kann hann fáa lívlanga fongsulsrevsing.

Nils Gustafsson og verjar hansara halda uppá, at hann er ósekur. Verjarnir siga, at tað er nógv í málinum, sum vísir, at Nils Gustafsson kann ikki hava beint fyri hinum trimum. Men ákæruvaldið hevur gjørt av at royna málið í rættinum.