Kári Johannesen setti virksemi í gongd í fátækum landi

Hjartalag og hjálparhugur kunnu seta virksemi í gongd í fátækum landi. Hetta er søgan um besløgini, sum sett verða á aliringar, eitt prógv um. Søgan er ókend millum tey flestu. Hetta er ein søga um hjálp til sjálvhjálp. Men hetta er eisini ein søga um mannin, Kára Johannesen, sála, sum átti KJ-Hydraulik, men sum noyddist at gevast í góðum árum. Kári gav nevniliga maskinurnar, sum Hydro Tech hevði brúkt til at gera hesi besløgini, til ein mann í Rumenia, og haðani hevur alivinnan í Føroyum og aðrastaðni síðan keypt besløg

Sólskinssøga

 

KJ-Hydraulik hevur verið við á øllum teimum undanfarnu fiskivinnustevnunum, sum North Atlantic Fish Fair hevur skipað fyri, og soleiðis verður eisini hesaferð, nú fjórða stevnan í røðini verður hildin hósdagin, fríggjadagin og leygardagin í komandi viku.

Ólavur A. Olsen, stjóri, sigur, at felagið gjørdi nógv burtur úr, tá stevnan varð hildin á fyrsta sinni á havnalagnum hjá Runavíkar havn.

- Ikki minst tann parturin, sum Hydro Tech á Eiði tá stóð fyri innan alivinnuna, var væl umboðaður, eitt nú við bátum til alivinnuna, besløgum til aliringar og øðrum.

 

Hørð kapping

Søgan aftanfyri Hydro Tech, sum KJ var partur av og sum seinni burtur av er lagt undir virksemið hjá felagnum á Kambsdali, leiðir stjóran, Ólav A. Olsen, til eina sólskinssøgu, sum at kalla ikki hevur verið frammi í Føroyum áður.

Hetta er ein rættiliga fitt og hugnalig søga sum lýsir, hvussu føroyingar á ein øðrvísi hátt og við góðum úrsliti kunnu veita hjálp og stuðla uppundir, har ein fløvandi hond er kærkomin.

Undirritaði, sum skrivar hesa greinina, minnist onkra fiskivinnustevnu uttanlands, har Hydro Tech serliga bjóðaði seg fram við besløgum til aliringar, sum felagið á Eiði gjørdi.

- Hugskotið við at gera hesi besløg var gott. Tey skulu verða ógvuliga neyv og sita væl um aliringin uttan at belasta hann. Men tað var tungt at fáa hesa framleiðslu at geva pening, tí kappingin var hørð. Vit eru framvegis veitarar av hesum besløgum til alivinnuna í Føroyum og øðrum londum uttanum okkum, eitt nú í Íslandi og Skotlandi, men nú verða tey ikki longur framleidd í Føroyum, sigur stjórin í KJ-Hydraulik.

 

Gav maskinurnar

At hesi besløg nú eru framleidd í Rumenia seinastu árini, er ein søga fyri seg – og ein søga, sum Ólavur heldur sigur nakað um tað hjartalag, hjálparhug og framskygni, ið Kári Johannesen, sáli, sum átti alt KJ-Hydraulik, hevði.

Áðrenn vit fara víðari, kunnu vit skoyta uppí, at KJ í dag eisini er veitari av komplettum aliringum.

- Vit umboða og selja lidnar aliringar og tað einasta, sum ikki er við, er sjálv nótin, sigur hann.

Sólskinssøgan er, at Kári Johannesen var ein av teimum, sum plagdi at koyra klæðir niður til Rumenia, og eina av hesum ferðum gjørdi hann saman við øðrum lutfalsliga stutt, áðrenn hann doyði av sjúku.

- Í einum fátækum parti av landinum, sum var rakt av herviligum arbeiðsloysi, møtti hann manninum, Karl Staotz, sum eins og Kári sjálvur hoyrdi til brøðrasamkomuna. Karl var trúgvandi. Hann var maskinsmiðjur, og teir gjørdust ógvuliga væl.

Heimaftur komin av hesi ferðini, gjørdi Kári Johannesen ikki matari enn at taka maskinurnar niður í smiðjubygninginum á Eiði, koyra tær upp í ein lastbil og flyta tær niður til Rumenia saman við tveimum monnum.

- Kári gav soleiðis hesum manni maskinurnar – fyri einki. Eg má viðganga, at eg var ikki sørt skeptiskur, tí eg stúrdi fyri, at hetta fór at geva rumenum ov stórar forvæntningar. Men Kári hevði beinanvegin so ógvuliga stórt alit á hesum manni, og tað vísti seg so sanniliga eisini, at hesin ikki sveik hansara álit.

Ólavur sigur, at Karl Staotz er dugnaligur. Hann byrjaði virksemið í einum bilhúsi ella einum vánaligum skúri í býnum Ghendaric, men fyri góðum ári síðan ella so bygdi hann eina høll, sum er einar 350 fermetrar stór. Umstøðurnar í høllini eru góðar, og í dag hevur hann eini 15-16 fólk í arbeiði.

 

Veitari til alivinnu

- Í dag ger felagið hjá Karl, sum kallast Karol Tech, besløg til alivinnuna í Føroyum og aðrastaðni. Men felagið hevur við tíðini eisini fingið aðrar smærri uppgávur í Føroyum, og eitt nú gera rumenar knagar og knagarøðir til Idé Møblar og rustfríar sliskur til línuspøl fyri Oilwind.

Karl Staotz eigur einsamallur Karol Tech.

Stjórin í KJ-Hydraulik heldur, at nú so nógv er frammi um menningarhjálp av ymiskum slagi, er hendan søgan um, hvussu Kári Johannesen hjálpti til at seta virksemi í verk í fátækum landi, ógvuliga áhugaverd. Ikki minst, tí hon lýsir, hvussu vit eisini kunnu veita hjálp til sjálvhjálp. Nú verða besløgini framleidd í Rumeniu. Tey hava arbeiði og eiga virksemi, og vit kunnu levera besløg til kappingarførar prísir.

- Alivinnan hevur verið fyri sveiggjum, eins og øll vinna í einum landi verður fyri sveiggjum viðhvørt.

Hann vísir á, at nú føroyska alivinnan lá í andaleypi í nøkur ár, eins og hann hevur skilt, at alivinnan aðrastaðni eisini hevur havt mótburð, hevur hetta sjálvandi elvt til, at felagið hjá rumenanum hevur selt færri besløg okkurt árið.

- Men vit mugu siga, at hann hevur verið rættiliga dugnaligur og vælgjørdur.

Ólavur sigur, at KJ-Hydraulik eisini hevur leverað nakrar bátabrúgvar úr jarni, sum felagið í Rumenia hevur gjørt, eitt nú á Eiði og Skála.

- Vit hava soleiðis havt samstarv við Karl Staotz øll árini, síðan Kári sendi fólk niður til hansara við maskinunum á Eiði.

Hann sigur, at í byrjanini tók KJ-Hydraulik besløgini úr Rumeniu heim til Danmarkar at galvanisera, men síðan hava rumenar eisini syrgt fyri hesum sjálvir.

- Galvaniseringin hjá teimum hevur ikki staðið aftanfyri hana, vit kundu fáa í Danmark, leggur hann aftrat.

 

Nógv fyri tey

 

Spurdur, um maskinurnar vóru nakað verdar fyri KJ-Hydraulik, tá tær fóru av landinum, sigur stjórin, at fyri virksemið hjá felagnum í Føroyum vóru tær kanska ikki so nógv verdar, tí trupult var at fáa lønandi vinnu úr framleiðsluni.

- Men eingin ivi er um, at hesar maskinur hava verið gull verdar fyri rumenar, tí tær gjørdu tað møguligt hjá familjum at klára seg sjálvar við tí virksemi, tær hava verið grundarlagið undir hesi farnu 6-7 árini, sigur hann.

Ólavur var í Rumeniu í fjør heyst og vitjaði.

Føroyingar hava ikki bara verið í Rumenia við klæðum til fátøk og maskinum til skapandi virksemi. Skipað hevur eisini verið fyri barnalegum, og í hesum sambandi kann nevnast, at hjúnini Rógvi og Miriann Rasmussen saman við tveimum børnum í løtuni eru har niðri á legu.

Kári Johannesen doyði sjálvur av sjúku, 52 ára gamal í 2001.

- Eg byrjaði hjá KJ-Hydraulik eini trý ár, áðrenn Kári doyði, og eg gjørdist stjóri í felagnum, stutt áðrenn sjúkan noyddi hann at gevast, sigur Ólavur A. Olsen, ið annars sigldi sum maskinmeistari í eini 15-20 ár undan hesi tíðini.