– Tað líkist ongum, at eg fái dupulta løn, sigur Kári P. Højgaard við Sosialin, sum hevur spurt hann um hesi viðurskifti, tí hann sjálvur hevur lagt uppskot fram á ting um at broyta hetta, tá tað vóru onnur, sum vóru í hansara støðu við dupultari løn. Víðari sigur Kári P. Højgaard, at hann heldur ikki, at hann kann gera nakað við tað.
Einaferð var Sjúrður Skaale á breddanum, tí var skrivaður upp fyri skulk nóg so ofta í tinginum. Tá varð eisini brikslað honum, at hann trekti tingmannaløn meðan hann røkti fólkatingsstarvi fyri Høgna Hoydal.
Tingmenn hava lagað sær viðurskiftini soleiðis, at teir kunnu fáa farloyv við løn, tá teir fara í fólkatingið eisini við fullari løn.
Men hesum vísti Sjúrður Skaale aftur. Hann hevði fingið at vita frá løgtingsskrivstovuni, at hann kundi taka farloyvi við løn fyri at røkja fólkatingsstarvið. Men hann vildi ikki hava lønina, skrivaði hann til løgtingsstjóran.
– Súsanna Danielsen, stjóri, svaraði soleiðis: »Í fólkatinginum kunnu limirnir ikki siga lønina frá sær, men hesa reglu hava vit ikki, so eg haldi hetta er í lagi.«
So tá tað bar til hjá Sjúrði Skaale at sleppa frá at fáa tingmannalønina, man tað so ikki eisini bera til hjá Kára P. Højgaard?
...um hann nú veruliga heldur skipanina vera so órímuliga