Venjarin hjá H71, Kári Nielsen, var eftir dystin ikki nøgdur við avrikið hjá verjuni.
- Teir fáa ov nógv hálvforkølaði mál, og tað kemst av at verjan ikki stendur serliga væl og at tað koma nøkur løtt mál ígjøgnum hjá okkara málmanni. Tey bæði tingini gera, at teir fingu hasa fýra-fimm mál leiðsluna, sum teir halda allan dystin, sigur Kári Nielsen.
Talan var um næstbesta liðið hjá H71, sum spælir í næstbestu deildini, og tí spurdu vit Kára, um hann ikki er errin av avrikinum hóast alt.
- Helvtin av hesum liðnum, teir ungu, eru eisini berandi kreftir á besta liðnum, men eg eri øgiliga stoltur av teimum, tað eri eg.