Eftir at hava ført H71 til meistaraheitið fyri aðru ferð, gevsgt Kárt Nielsen nú sum venjari hjá felagnum.
Tað veit heimasíðan Hvannrók at siga.
Kári Nielsen sigur við heimasíðuna, at stundir ikki eru longur til krevjandi venjarastarvið.
Annars hevur Kári Nielsen verið H71 drúgvur. Felagið vann í ár sítt næsta meistaraheiti í søguni, og báðar ferðir hevur tað verið við Kára Nielsen við róðri. Fyrru ferð var í 2009, g tá vandi Kári Nielsen felagið saman við Birgir Hansen.
Enn er ikki greitt, hvør tekur yvir sum venjari hjá H71 eftir Kára Nielsen.