Landsliðsúttøka
Bara eina viku eftir vónbrotið móti Kypros hevur Henrik Larsen aftur sett navn á teir 18 spælararnar, sum hann hevur kosið sær til komandi avbjóðingina í Fraklandi. Ein dystur, sum einans tolir sammeting við tann í Hannover fyri tveimum árum síðani, um tosast skal um størstu avbjóðingarnar, sum fótbóltslandsliðnum hevur staðið í boði.
Sjálvsagdar broytingar
Talan er tó hesaferð ikki um tær heilt óvæntaðu broytingar, sum eru í hópinum. Í mun til dystin seinast eru bæði Jákup Mikkelsen og Fróði Benjaminsen nú aftur tøkir eftir leikbann, og tað er mest sum sjálvsagt, at teir báðir aftur hava pláss í hópinum.
Út fyri teir báðar eru tveir spælarar úr HB. Nevnliga Bárður Johannesen og Kári Nielsen. Kári hevur leingi verið at rokna sum ein marginalspælari í hópinum, og tí var tað ikki óvæntað, at hann skuldi glíða út. Hinvegin var Bárður annar-málverji til dystin móti Kypros, men við hesum hava venjararin givið týðiligt signal um, at »læruplássið« á málmanssessinum er ætlað Gunnari Nielsenn, sum uttan iva verður mettur sum framtíðar spælarin í plássinum. Eisini hóast Bárður í løtuni verður mettur sum tann, sum er næstur plássinum, skuldi tað hent, at hvørki Jákup Mikkelsen ella Jens Martin Knudsen eru tøkir.
Byrial úti
Ein triðja broyting er so eisini í hópinum. Johan Byrial Hansen fekk gult kort móti Kypros, og tí er hann leikbannaður til dystin í Fraklandi. Tað er tó merkisvert, at talan er um ein spælarahóp, sum skal spæla móti bæði Fraklandi og Ísrael, og til seinnu avbjóðingina er Johan aftur tøkur. Men fyribils er hann so ikki við í tí hópinum heldur.
Tað kundi kanska verið tulkað soleiðis, at Horsens-spælarin er avsettur eftir laka avrikið móti Kypros, men landsliðsvenjarin staðfestir, at hetta ikki er støðan.
- At Johan ikki er við í hópinum, kemst eina og aleina av, at hann er leikbannaður til fyrra dystin. Tá er tað praktiskt lættari hjá okkum, um vit fyribils halda fast í sama hópinum. Tað er ikki soleiðis, at hann er fullkomuliga avsettur, bara tí hann spældi ein minni góðan dyst seinasta mikudag. Og so vita vit sjálvandi heldur ikki, hvussu verður við leikbannum og skaðum til seinna dystin. Um so er, so skal nýggjur spælari jú takast, og so sigur tað seg sjálvt, at Johan er frammarliga í røðini. Ikki minst eftir at eg sá hann spæla ein fínan dyst seinasta sunnudag, staðfestir Henrik.
Tað skerst tó ikki burtur, at hetta í fyrstu atløgu líkist eini lítlari revsing til Johan Byrial. Tað er neyvan nakar ivi um, at var talan um ein av teimum, sum vanliga verða mettir sum lyklaspælarar á liðnum, so vildi hesin í minsta lagi fingið landsliðsboð til seinna dystin. Men tað er so ikki gjørt hesaferð.
Fyri Johan hevur landsliðsvenjarin tikið Jónhard Frederiksberg av Skála. Tað gevur so aftur landsliðsumboðan til verandi oddaliðið í føroysku landskappingini, og tað má væl metast sum náttúrligt.
Hópurin
Samanlagt gevur hetta hesa samanseting av hópinum: Jens Martin Knudsen, Christian Høgni Jacobsen NSÍ, He_in á Lakjuni KÍ, Jákup Mikkelsen, Fró_i Benjaminsen, Ingi Højsted B36, Jákup á Borg HB, Óli Johannesen TB, Jonhard Frederiksberg SKÁLA, Mortan úr Hørg VB, Andrew av Fløtum, Fremad Amager, Jón Rói Jacobsen, Gunnar Nielsen FREM, Todi Jónsson Start, Claus Bech Jørgensen Coventry, Rógvi Jacobsen KR, Símun Samuelsen Keflavík, Súni Olsen AaB, Atli Danielsen Sogndal. Umframt teir báðar landsliðsvenjararnar, telir ferðalagið eisini Jens Erik Magnussen og Magnus á Stongum frá FSF. John-Reid Skoralíð, fysioterapeut og teir báðar liðleiðararnar, Birgir Hansen og Kára Nielsen.
Landsliðið fer úr Vágum komandi mikudag kl. 16, og sunnumorgunin verður ferðalagið aftur í Føroyum.