Kári P. Højgaard segði í tíðindunum á Rás2 í gjár, at honum dámar ikki uppskotið um fiskidagarnar, ið fór ígjøgnum við aðru viðgerð.
- Tann stóri trupulleikin, ið var tá vit høvdu hoyringarnar var generelt tað, at vinnan als ikki kundi góðtaka tann ójavna, sum bleiv í uppskotinum, sigur Kári P. Højgaard. Hann sigur víðari, at summi koma at missa nógvar dagar, meðan nógvir bátar, ið hava tráðroynt innarlaga, koma at fáa bonus.
Kári P. Højgaard, løgtingsmaður fyri Nýtt Sjálvstýri, sigur, at nógvir bátir, ið hava keypt nógvar dagar, koma at uppliva stórar skerjingar. Eisini koma bátar, ið hava roynt uttanfyri Føroyar, einki at fáa burturúr tí buffara, ið fiskimálaráðharrin hevur gjørt.
Kári P. Højgaard sigur víðari, at allir hoyringspartar mæltu frá núverandi ætlan og mælti heldur til, at um mann skuldi skerja, so var betur at skerja yvir ein kamb og ikki velja nakrar út.
Sambært Kára P. Højgaard, so er øll andstøðan ímóti fiskidagabankanum, har mann tekur dagar úr skipanini, fyri síðan at kunna luta teir útaftur til teirra, ið hava tørv á teimum. Andstøðan ber ótta fyri, at hetta verður seinni brúkt til at selja dagar fyri og tað hevur vinnan mælt staðiliga frá, sambært Kára P. Højgaard.
Nýtt Sjálvstýrið er ikki spurt um at verða við í eini breiðari semju, men Kári P. Højgaard sigur, at bæði teir og andstøðan eru klár at gera eina semju við samgonguna um fiskidagarnar. Teir hava fráboða, at teir eru sinnaðir at verða við til at gera skerjingar generelt, men ikki á tann hátt, ið samgongan ætlar.
Enn veit Kári P. Højgaard, ið er varalimur hjá Bárði Kass Nielsen í vinnunevndini, tó ikki hvussu endaliga uppskotið fer at síggja út og um samgongan fer at koma til teirra um eina semju.