Legendarisku vísusangararnir Kári P og Hanus G. Johansen fara at spæla á Summar Festivalinum í august Summar Festivalurin kunnger í dag, at vísusangararnir Kári P. og Hanus G. Johansen fara at spæla á festivalinum í august. Kári og Hanus er javngamlir, teir eru 68?arar, sum eru blivnir legendur í føroyskum tónleiki, og nú fara teir fyri fyrstu ferð spæla á sama festivali. Teir fara at hava sjálvstøðugar framførslur á festivalinum.
Tað er neyvan nakar, sum verður tikin á bóli av, at Hanus G. Johansen fer at spæla á Summar Festivalinum. Hanus hevur spælt á Summar Festivalinum øll árini, og hann hevur havt nakrar av teimum minniligastu framførslunum, sum hava verið á festivalinum. Aftur í ár er Hanus til reiðar við sínum mongu framúr góðu vísum.
Hinvegin kemur tað meira óvart á, at Kári P verður við á Summar Festivalinum í ár. Kári P. verður mettur sum ein tann besti yrkjarin og vísusangarin í Føroyum nakrantíð, men hann hevur ikki spælt nógv live seinnu árini. Framførslurnar hjá Kára P hava verið heilt fáar og eksklusivar, men nú traðkar Kári P. inn á landsins størsta pall ? Summar Festivalin.
Og tað er einki at ivast í, at løtan verður ein av teimum heilt stóru, tá Kári P. fer at syngja sangir sum Villar Víddir, Kalli Katt og Meirlutin Ræður á Summar Festivalinum.