Kári á Rógvi slept endanum

ADRESSA Kári á Rógvi, løgtingsmaður, hevur fyribils slept ætlanini at fáa kalla Løgtingið saman, hóast hann heldur, at fleiri mál eru so átrokandi, at tingið átti at verðið kallað saman

- Sum støðan er nú, síggi eg ongan møguleika fyri at fáa nóg nógvar undirskriftir.
Í nakrar dagar hevur Kári á Rógvi, løgtingsmaður, roynt at fáa 14 løgtingslimir at skriva undir upp á, at Løgtingið skal kallast saman at viðgera ymisk mál.
Fær Løgtingsformaðurin eina áheitan frá 14 tinglimum um at kalla tingið saman, skal hann gera tað.
Men Kári á Rógvi hevur nú slept ætlanini, í hvussu so er fyribils.
Hann hevur fingið einar 10 undirskriftir á áheitanina á løgtingsformannin, men sum støðan er nú, sær hann ongan møguleika fyri at fáa tær síðstu fýra.
Í andstøðuni eru 13 tinglimir, men tað eru eisini nakrir tinglimir í andstøðuni sum ikki síggja nakað skil í at kalla Løgtingið saman nú.

Setti álitið á makrelin
Kári á Rógvi sigur, at tað var óvissan um makrelin, sum fekk hann at trúgva upp á, at tað bar til at fáa fleiri úr samgonguni at skriva undir upp á at kalla tingið saman.
Men nú endaði málið um makrelin fyribils við sátt og semju í samgonguni um, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum skal royna samráðingarleiðina einarferð afturat.
Hevði hendan semjan ikki verðið gjørd í samgonguni mánadagin heldur Kári á Rógvi, at hann hevði havt størri møguleikar fyri at fingið tinglimir í samgonguni at skriva undir áheitanina um at kalla tingið saman.
Men at Kári á Kári á Rógvi hevur slept endanum, merkir ikki, at hann heilt hevur givið skarvin yvir.
Hann fer at fylgja politisku gongdini neyvt hesa næstu tíðina og fær hann nakrar ábendingar um, at støðan broytist so at fleiri tinglimir taka undir við at tingið verður samankallað, er hann aftur sinnaður at taka stig til at fara runt aftur í Løgtinginum við adressuni.
Men hann heldur, at nú er einasti møguleiki at fáa tingið samankallað, at onkur av flokkunum í samgonguni beinleiðis heldur, at tingið eigur at kallast saman.
Hesum hevur hann sligið seg til tols við og tí bíðar hann nú eftir, at onkur flokkur í samgonguni gevur tekin frá sær um, at hann heldur, at grundarlag er fyri at kalla tingið saman.
Og hann heldur framvegis, at úrslitið av telvingini um makrelin, verður lykilin, sum ger av, um nakar í samgonguni vil hava tingið saman.
Tí væntar hann í øllum førum ikki, at nakað hendir tær fyrstu vikurnar.

Nógvar orsøkir

Kári á Rógvi heldur, at tað eru nógvar orsøkir til, at tingið eigur at verða kallað saman.
- Vit hava málið um makrelin, sum kann fáa víttfevnda ávirkan á føroyska fiskivnnu.
Hann er sannførdur um, at hevði tingið verið saman nú, hevði landsstýrið verður bombarderað við fyrispurningin um makrelin, tí málið er so týdningarmikið.
- Eg haldi avgjørt, at spurningurin um makrelin hevur so stóran týdning, at málið átti at verðið tikið upp í tinginum sum eitt aðalorðaskifti, ella í minsta lagi eigur tingið at skifta orð um málið fyri at vita, hvørja støðu, vit skulu hava. Men tað má gerast ímeðan tíð er - og tað er nú.
Hann heldur eisini, at niðurstøðurnar í landsstýrismálanevndini um Jacob Vestergaard og onnur mál um embætisførsluna hjá landsstýrinum, hava avgjørt uppiborði eitt orðaskifti í tinginum.
Men ikki minst sigur Kári á Rógvi, at tingið átti at viðgjørt spurningin um føroysku stjórnarskipan.
- Í løtuni hendir tað løgna, at Fólkatingið hevur uppskotið til føroysku stjórnarskipan, har støðan hjá stjørnini er tann, at vit kunnu ikki seta hetta uppskotið í gildi, tí tað er brot á donsku grundlógina.
- Men alt hetta hendir, uttan at vit í Føroyum hava nakað sum helst mótspæl, hóast tað er beinleiðis skeivt, tí vit hava dømi um hetta sama bæði úr Íslandi tá tað var í ríkisfelagsskapi við Danmark og vit hava eisini dømi um tað úr Noregi ímeðan tað vara í ríkisfelagsskapi við Svøríki.
- Í eini sak um ognartøku í Íslandi hevur danski hægstirættur eisini dømt eftir íslendsku grundlógini hóast Ísland var í rikisfelagsskapi við Danmark, sum sjálvandi eisini hevði sína grundlóg
- So at siga, at tað ikki ber til, at Føroyar hevur sína egnu stýrisskipan, er at tosa ímóti veruleikanum.
Tí heldur Kári á Rógvi at tað er ómetaliga umráðandi, at tingið verður samanjalla at viðgera málið og gera greitt, hvat mótspæl vit skulu hava til danska páhaldið.