Kári á Rógvi hevur eina sera ljóta og speirekandi lýsing av Heina O. Heinesen á heimasíðu Sjálvstýrisfloksisfloksins eftir tað, sum hendi á tingi fríggjadagin.
Eg haldi, at tað sømir seg ógvuliga illa soleiðis við happandi skriving at gera gjøldur burtur úr ellisformanninum á tingi, sum í gjár vísti, at hann ikki bognaði undir trýsti.
Vinnuumboð og útróðrarmenn klappaðu als ikki fyri niðurskurðinum upp á 10%, sum Kári lýsir tað, men tí tað eydnaðist hjá okkum í andstøðuni saman við Heina O. Heinesen at avmarka ørskapin hjá samgonguni og Kára á Rógvi.