Kári á Rógvi, formaður í Sjálvstýrisflokkinum, spyr nú Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í Innlendismálum, um kanningina av byggigøluni í Hovi. Kári á Rógvi vísir til tíðindini á kringvarp.fo mánadagin tann 22. november.
- Vit umrøddur málið í dag, men tað kemur formliga fyri á næsta landsstýrisfundi, segði Annika Olsen við heimasíðuna. Hon legði afturat, at landsstýrisfólkini vildi sjálvsagt síggja ítøkiliga uppskotið, áðrenn tað verður viðgjørt víðari.
Kári á Rógvi spyr millum annað landsstýriskvinnuna, at hvørjar kanningar landsstýrið er farið undir. Hann vil eisini vita, hvørjar ábyrgdarreglur, skyldur, sum liggja á landsstýrismonnum, sambært løgtingslóg um stýrisskipan Føroya ella lóggávuni annars ella starvsinnihald teirra, verður kannað í mun til.
Kári á Rógvi spyr, um embætisfólk, privat feløg ella borgarar verða kannaði, og hvørjar avleiðingar landsstýrið hugsar sær.
- Tá løgmaður ikki vil fara aftur um embætistíð sína, er slík kanning so ikki høpileys og harafturat ógegnig ella óheppin sum kanning landsstýrisins av sær sjálvum og sínum; er tí ikki betur, at Løgtingið fremur kanninga sum kanningarstjóramál?, spyr Kári á Rógvi.