Kári Øster við láturligum og grátuligum leiki

Næsta vikuskiftið fer Kári Øster sjónleikari, aftur á pall í Sjónleikarhúsinum.

Har fer veteranurin í føroyskum sjónleiki at spæla einmansleikin, "Seinasta bandið hjá Krapp”, eftir Samuel Beckett, sum er óvanliga væl umtóktur í Føroyum, tí ongin rithøvundur í nýggjari tíð, er spældur so ofta í Føroyum, sum hann.

Kári Øster er ein av teimum, sum stovnaðu leikbólkin, Gríma fyri 35 árum síðani, men hevur ikki verið nógv at sæð á palli seinastu tíðina

Seinasta bandið hjá Krapp er ein grátulig og láturlig mynd av menniskjanum og tøknini.

Gamli Krapp situr hevur sitið í holu síni í 40 ár við einum gomlum spolabandupptakara, tekur seg sjálvan uppá band, og lurtar eftir gomlum upptøkum av sær sjálvum.

Hann livir í eini ringrás um seg sjálvan, sína egnu rødd og síni gomlu minni.

- Sum altíð hjá Beckett, so fáa vit lítið og einki at vita um "nakað annað lív", nakran annan veruleika enn hendan við bandupptakaranum, eskjunum við bondum, høvuðsbókini, fløskuni sum liggur onkustaðni harúti í myrkrinum, og so hasum forbrendu bananunum, sigur Gríma.

Leikurin er skrivaður í 1958, men longu tá var tað púra klárt fyri Beckett hvussu nógv tað hevur at siga fyri okkum at vit kunnu goyma okkara minni, goyma okkum sjálvi á einum tóli, kanska enntá krógva okkum aftanfyri tøknina.

Og tað er ongantíð so galdandi sum í dag, har internetið er hálvt lívið, facebook-vinir eru meira veruligir enn veruligir vinir, og tú kanst fornerma fólk verri við at blogga um tey enn at siga nakað beinleiðis við tey.

- Seinasta bandið hjá Krapp er eisini um at tað at blíva gamal, merkja hvussu lívið endurtekur seg hvønn dag, skilja hvussu absurdur gerandisdagurin er, dag eftir dag, sigur Gríma.