Kári Svensson í Listaglugganum

Fríggjadagin 8. juni letur upp nýggj framsýning í Listaglugganum - ART GALLERIE.

Fernisering er kl. 15.30 fríggjadagin, og tað er Kári Svensson, listamaður, ið sýnir fram málningar, sum allir eru málaðir í ár. Myndirnar eru í høvuðsheitum málaðar eftir inspiratión í náttúruni, sum Kári hevur stóran alsk til, bæði sum eygleiðari og njótari av, eitt nú sum frítíðarfiskari.


Málningarnir hjá Kára eru koloristiskir og bera brá av, at listamaðurin alla tíðina vil víðari í tráanini eftir at fullføra síni verk. Kári hevur stóran part av árinum arbeitt við at fullføra eina heildarframsýning við tí fyri eyga at sýna fram í Listaglugganum.


Kári Svensson er ein av okkara mætastu listamonnum, og hann hevur nógvar framsýningar á baki – bæði í Føroyum, norðurlondum og fleiri londum longri burtur í heimi. T.d. hevur Kári nýliga luttikið í einari altjóða ætlan í samband við, at Litava verður mentanarland 2009, við luttøku av listafólki úr fleiri londum, har Kári hevur málað ein málning 3 m x 5,5 m til støddar.


Øll verkini ið eru gjørd í samband við hesa ætlan koma út í bók, og filmur verður gjørdur um ætlanina, umframt at verkini fara á eina fleirlanda ferð í 2 ár.


Dyrnar lata upp fríggjadagin komandi kl. 15.30, og Kári Svensson verður tilstaðar - hetta er fyrsta einstaklingaframsýning í Listaglugganum.