Kendi listamaðurin Kári Svensson hevur á ólavsøku framsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Framsýningina kallar hann Hugbirtingar, og tað er eitt tema, sum Kári hevur arbeitt nógv við seinnu árini.
Smiðjan í Lítluvík hevur síðani 1977 verið nýtt til framsýningarhøli, og hundraðtals føroysk og útlendsk listafólk hava hesi árini sýnt verk síni fram har. Smiðjan í Lítluvík liggur væl fyri mitt í høvuðsstaðnum.