Kórið TenSing ætlar sær uttanlands

Sound of Glory TenSing er ungdómskórið hjá KFUM og KFUK í Havn. Í ár er ætlanin at fara til ein kórfestival í Prag Hetta er eitt heldur ørðvísi kór, har fólk møtast fyrst og fremst fyri at hugna sær saman. Her er okkara høvuðsaktivitetur at syngja.

Endamálið við TenSing er at menna tann einstaka; kreativt, menturnarliga og andaliga.

Á hvørjum ári er eitt mál, ið kórið og kórlimirnir seta sær fyri at náa. Eitt nú hava tey verið á ETS festivali í Århus í 2006, EAY 2003 festivali í Prag og eisini hava tey fingið vitjan av tveimum norskum TenSing kórum, ið endaði við eini stórari konsert í Norðurlandahúsinum.

Í ár er málið at koma aftur til Prag til EAY 2008 festivalin, also sama festival sum fyri 5 árum síðan. Meira um festivalin kann lesast á www.ymca2008.com.

Í løtuni verður arbeitt við at fáa túrin at hanga saman fíggjarliga.

Í hesum sambandi hava vit eitt bingo í Pálstovu leygardagin kl. 15. Her verður møguleiki fyri at vinna m. a. eina Nokia E51 fartelefon, og 1000 kr. í olju frá Statoil, og mangt annað.