Kári Thomsen vunnið bronsu í altjóða arkitektakapping

Kári Thomsen, arkitektur, hevur fingið tann stóra heiður at verða kosin til eina bronsumedalju í altjóða arkitekta- og sniðgevarakappingini »A´Design Award & Competition«.

– Millum hundratals kappingarneytar úr øllum heiminum er tað stórt heðaklapp at fáa slíka viðurkenning á altjóða byggilistarligum støði, sigur Kári Thomsen.

Kappingarevnið, sum hann vann heiðurin fyri, er Grønlendingahúsið í Havn, næst sjálvt konseptið at byggja kúpuhús, sum gjørt er undir marknaðarføringsnavninum »Easy Domes«.

Stórt hátíðarhald verður í Milano 14. apríl, har vinnarar verða alment avdúkaðir og virðislønir og steyp handað.

Meira sæst um kappingina her:

www.adesignaward.com <http://www.adesignaward.com>

www.easydomes.com <http://www.easydomes.com>