Kári verður ikki við leygardagin

Birgir Hansen fer at standa einsamallur við ábyrgdini, tá Kyndil leygardagin skal royna at vinna FM-gullið fyri fyrstu ferð í átta ár

Hondbóltur

Seinastu dystirnar hava tað verið Kári Nielsen og Birgir Hansen, sum hava staðið á odda fyri mansliðnum hjá Kyndli.
Hóast talan gjørdist um tap fyri StÍF í fyrsta dystinum hjá teimum, so tykist skútan vera vend, og nú tykist Kyndil vera væl fyri undan leygardegnum, tá stóra gullbrakið verður á skránni.
Kyndil verður tó nakað skert til dystin, tí helmingurin av venjaratoyminum verður nevnliga ikki við til dystin. Kári Nielsen hevði nevnliga langt síðani lagt sær eina skíðferiu til rættis, og nú so stutt undan fráferðini bar illa til at broyta hetta.
Tí skal Birgir Hansen einsamallur hava ábyrgdina av liðnum leygardagin, men hetta tykist tó ikki vera nakað, sum ræðir venjaran.
- Tíverri er støðan soleiðis, sum hon er, men tað fáa vit ikki gjørt nakað við. Sjálvur visti eg eisini av hesum, áðrenn Kári og eg tóku við, og síðani hava vit so eisini kunnað leikararnar um hetta.
Tað hevur ljóðað, at Birgir tó ikki verður heilt einsamallur um leiðsluna, men at eitt nú Jónleif Sólsker eisini skal hjálpa til við hesum.
Hetta verður ikki avvíst av venjaranum, men hinvegin sigur hann, at tað ikki er nakað nýtt, at royndastu kreftirnar millum leikararnar taka eina hond við.
- Tá tú ert komin soleiðis inn í arbeiðið, sum Kári og eg eru komnir, so ræður ofta um, ikki at gera alt ov stórar broytingar. Tí hevur tað hjá okkum ikki verið annað enn náttúrligt at ráðført okkum við eldru leikararnar, og her eru tað serliga Jacob Jónsson og Jónleif Sólsker, sum vit hava brúkt. Tað fari eg so eisini at gera leygardagin, men sum sagt, so er einki nýtt í hesum, sigur Birgir Hansen at enda.