Stóra narkomálið: Ákærin krevur kvinnuna dømda 2 1/2 ára treytaleysa fongsulsrevsing, men verjin metir eitt ár er nóg mikið. Dómur fellur mánadagin 14. mai Dómsviðgerðin í stóra rúsevnismálinum hevur verið í dag, og mánadagin í komandi viku verður dómur avsagdur.
Kvinnan, sum er høvuðsákærda í málinum og er ákærd í tilsamans 34 ymiskum førum, skal inn at sita í tilsamans tvey og eitt hálvt ár. Tað er í hvussu so er ynski hjá ákæranum. Verjin sigur, at eitt ár er nóg mikið.
Somuleiðis krevur ákærin, at 22 ára gamli maðurin, sum er ákærdur í 24 ymiskum førum, fær 10-11 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing. Verjin hjá 22 ára gamla manninum metir, at eitt hálvt ár ella allar hægst sjey mánaðir er hóskandi.
Hjá 20 ára gamla manninum, sum hevur tilsamans 12 ákærur ímóti sær, sær støðan eitt sindur øðrvísi út.
Har eru tey nú farin at kanna møguleikarnar fyri at gera ávísar kanningar av honum, soleiðis at hann kanska kann fáa ein treytaðan dóm ella øðrvísi revsing.
Ein 33 ára gamal maður er eisini ákærdur. Í hansara føri er bert talan um hassj, meðan øll hini hava ákærur, sum umfata harðari rúsevni eisini, og hjá honum fellur dómur eisini seinnapartin mánadagin.