Kærir harðskapsdóm

Ein 19 ára gamal varð í Føroya rætti í dag dømdur 60 daga treytaleysa fongsulsrevsing. Maðurin kærdi beinanvegin dómin. Tað var ein hending í miðbýnum í Havn eina leygarnátt seinasta heyst.

Teir vóru farnir nakrir vinmenn til Havnar at ballast, og á einum vertshúsi varnaðist tann ákærdi, at ein annan maður sat og gløddi eftir sær. Hansara frágreiðing var, at hin maðurin saman við fleiri øðrum eina ferð var lopin á seg í dansi í Eysturoynni.

Seinni hesa náttina í Havn møtti tann ákærdi manninum aftur og fór og spurdi, um hann ikki kendi seg aftur. Tað segði hin seg ikki gera, og tann ákærdi langaði nevan í andlitið á hinum, so hesin datt. Tvær ferðir helt hann seg hava sligið.

Vitnini kundu ikki undirbyggja ákæruna um, at tann ákærdi eisini hevði sparkað mannin, eftir at hann var dottin niður.

Tann álopni maðurin fór á skaðastovuna, men hann fekk ikki nakað álvarsligt mein. Tó varð hann sjúkrameldaður í tvær vikur.

Verjin helt ikki vera neyðugt at revsa tann 19 ára gamla mannin hart. Maðurin hevur AD/HD og hevur tí stutt fjús. Hann er ungur, og tað, sum hendi, er nakað sum ofta hendir í býarlívinum í Havn, segði verjin.

Dómarin gjørdi greitt, at slíkur harðskapur nú verður hart revsaður. Kortini valdi maðurin at royna dómin í Eystara landsrætti í vón um at sleppa við linari revsing.