Ákærir Hillary fyri at vera rúsaða

- Ítróttarfólk skulu kannast. Tað haldi eg vit valevni skulu gera áðrenn kjak, sigur Donald Trump.

Amerikanska valstríðið gerst skitnar fyri hvønn dag. Tað nýggjasta er, at Donald Trump ákærir Hillary Clinton fyri at hava verið rúsaða undir seinasta kjakinum. Tað skrivar útlendskir miðlar í dag. 

 

 

- Eg veit ikki hvat gongur fyri seg hjá henni, men hon var púra upp pumpað í byrjanini av seinasta kjakinum og til endans megnaði hon ikki illa nokk at ganga út í bilin, sigur Donald Trump. 

 

 

Donald Trump sigur, at hann er til reiðar at lata seg kanna áðrenn forsetakjak. 

 

 

- Ítróttarfólk mugu gera tað, og eg haldi vit skulu gera tað eisini, sigur Donald Trump. 

 

 

Hetta sigur Donald Trump á einum valfundi í New Hampshire. Hann førdi tó einki prógv fram um, at Hillary Clinton veruliga var rúsað til seinasta kjak. 

 

Donald Trump hevur seinastu vikurnar verið í rættiligum politiskum brotasjógvi, orsaka av, at hann er fangaður í at siga ógvuliga sexistisk og niðrandi ting um kvinnur. Í kjalarvørrinum av tí hava fleiri kvinnur alment boðað frá, at Trump hevur havt óhóskandi atburð ímóti teimum og í summum førum enntá fram seksuellan ágang. Donald Trump hevur tó afturvíst øllum og ákærir fleiri stórir miðlar fyri at royna at forða honum í at vinna valið. Men Donald Trump missir atkvøður til Hillary Clinton, sæst í veljarakanningunum. 

 

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Donald Trump sleingir um seg við ákærum uttan at føra fram prógv. Hann hevur millum annað eisini ákært Barack Obama og Hillary Clinton fyri at hava stovnað terrorfelagsskapin ISIS.