Kærkomnasta málið varð skorað í Gundadali

Europa Cup: Haka venjarin metir møguleikarnar móti Rangers at vera eins stórar, sum møguleikarnir hjá HB vóru í Finnlandi

(Valkeakoski-Sosialurin): Tað var ein ovurfegin venjari hjá FC Haka, sum í sólskininum eftir stórsigurin móti HB kundi staðfesta, at liðið hjá honum hevði nátt sigurin, sum hann og øll onnur við áhuga í finskum fótbólti høvdu roknað við:

? Í dag skoraðu vit seks mál, men tað týdningarmiklasta málið móti HB skoraðu vit ikki í dag, men í Gundadali. At vit fingu eitt mál á útivølli hevði við sær, at fyritreytirnar í dag vóru heilt øðrvísi, enn tær høvdu verið, um vit ikki høvdu skorað á útivølli og harvið skuldi vera eyka varnir fyri at halda okkara mál tætt. Skuldi HB hava nakran møguleika, so skuldu teir skora mál, og tá vit tíðliga í 2. hálvleiki øktu til 3-0, tóktist tað sum um teir góvu skarvin yvir, heldur Keith Armstrong.


Nógv at hugsa um

Tá vit spyrja um møguleikarnar móti Glasgow Rangers, heldur venjarin, at teir eru eins stórir, sum teir vóru hjá HB móti FC Haka:

? Teir, sum fáast við vedding, hava vanliga tak á, hvussu tingini hanga saman. Teir rokna sannlíkið fyri at Glasgow Rangers sleppur víðari at vera fimm ferðir størri, enn tað er, at vit skulu megna hetta, og tað er ivaleyst ikki so langt av leið at rokna soleiðis, men vit fara at spæla fyri møguleikanum, og í hesum førinum haldi eg, at tað er ein fyrimunur fyri okkum, at vit fyrst skulu spæla á heimavølli, tí vit hava havt nógv um oyruni síðstu vikurnar, og vit hava ein týdningarmiklan dyst at hugsa um, áðrenn vit fara at hugsa um Europa Cup aftur.

Sunnudagin skal FC Haka spæla á heimavølli móti VPS Vaasa, sum í fjør sendi HB úr Europa Cup kappingini. Vaasa hevur ikki staðið seg væl í ár, men Keith Armstrong tekur uppgávuna í stórum álvara:

? Hósdagin halda vit frí, og so venja vit aftur fríggjadagin. Men eg havi nógv at hugsa um, tí Janni Salli og Kai Nyyssönen vórðu skaddir móti HB, og eg veit ikki, hvussu tað verður við teimum sunnudagin og mikudagin. Ein libanesiskur spælari, sum hevur roynt seg í fjareystri, royndarvenur hjá okkum í løtuni. Hann kann brúkast í báðum borðunum við útgangsstøðu í verjuni, og vit skulu í seinasta lagi fríggjadagin taka avgerð um, um vit skulu keypa hann ella ikki, so vit hava nóg mikið at hugsa um, vóru síðstu orðini hjá fryntliga bretanum.