Skráin er hin sama, sum kórið hevði við sær til Reykjavíkar og til New York í september mánaði. Skráin er føroysk burturav og er væl blandað við nýggjum og góðum gomlum.
Millum nýggju verkini kunnu nevnast ein føroysk frumframførsla av verkinum »Flugan« við tónleiki eftir Tróndi Bogason og orð eftir Marjuna Syderbø Kjelnæs, umframt verk eftir eitt nú Kára Bæk, Leif Hansen, Unn Paturson og Sunnleif Rasmussen.
Skráin ímyndar eina løtumynd í kórlandslagnum í Føroyum beint nú, við tað at verk, sangir og útsetingar eru ymisk, bæði tá tað snýr seg um huglag og tempo, og tá tað snýr seg um nýskapan og gamlan sið, siga fyrireikararnir, sum heilsa, at øll eru vælkomin á konsert.