Hóskvøldið verða nýumvældu húsini hjá Katrinu Christiansen í Bringsnagøtu í Havn karmur um eitt nýtt tiltak, sum hevur fingið heitið Sjeystjørnur.
Hóskvøldið verður høvið at fara á eina heldur øðrvísi ferð í barndómsheiminum hjá Williami Heinesen. Heitið Sjeystjørnur hevur tilsipingar til William Heinesen, sum er føddur har í húsinum og skrivaði "Tornið við heimsins enda" á kvistinum á ovastu hædd, og til bókina "Móðir sjeystjørna", sum snýr seg um kærleika av ymiskum slag.
Tað skriva fyrireikarar, FarLit, Hafnia og Norðurlandahúsið, í tíðindaskrivi í kvøld.
- Júst kærleiki av ymiskum slag er ein av felagsnevnarunum fyri tær sjey stuttsøgurnar, ið verða at hoyra. Fleiri stuttsøgusøvn eru givin út seinastu árini og aðalendamálið við tiltakinum er at varpa ljós á stuttsøgurnar og hartil leita aftur til gamla frásagnarsiðin, har vit tey myrku kvøldini savnast í stovuni inni at lurta eftir søgum, skriva fyrireikararnir.
Stuttsøgurnar, ið verða at hoyra eru eftir Sólrún Michelsen, Hanus Kamban, Ingun Christensen, Sámal Soll, Oddvør Johansen, Arnbjørn Dalsgarð og Katrin Ottarsdóttir. Tey trý, ið fara at lesa søgurnar eru Gunnvá Zachariasen, Hans Tórgarð og Mariann Hansen.
- Tiltakið fer fram á øllum trimum ovastu hæddunum í húsunum, og á hvørjari hædd er ein upplesari, sum fortelur tvær til tríggjar stuttsøgur. Áhoyrararnir verða deildir upp, soleiðis at byrjað verður á øllum trimum hæddum í senn, og tá umleið ein hálvur tími er farin, flyta áhoyrararnir úr einari hædd í aðra at lurta eftir hinum søgunum. Á hvørjari hædd verður eisini ymiskt gómagott bjóðað, skriva fyrireikararnir.
Sjeystjørnur er eisini ein upptakt til árligu Bókadagarnar í Norðurlandahúsinum, sum verða leygardagin og sunnudagin. Tiltakið verður hóskvøldið kl. 20.00.