Hóast fyrsta føroyska glaskúlan ikki verður gjørd fyrr enn til jólar í 2009, legði ALV í gjár verkætlanina fram. Talan er um eina glaskúlu, ið skal seljast fram til jólar í 2009.
Verkætlanin er gjørd í samstarv við “Lamara og fatlara”, ið er ein íslendskur felagsskapur.
Verkætlanin verður skipað á tann hátt, at eitt listafólk verður útnevnt at príða glaskúluna uttan at fáa gjald fyri tað. Síðani verður kúlan seld, og allur vinningurin fer til arbeiðið at betra um støðuna hjá teimum við skerdum førleika.
Onga løn
Sniðgevin av kúluni ger arbeiðið fyri onki, men afturfyri fær listafólkið ein faldara, har navnið hjá listafólkinum verður marknaðarført. Listafólkið verður valt í januarmánaðin, men verður ikki almmanakunngjørt fyrr enn í novembur, tá hátíðarhald verður og fyrsta kúlan verður latin onkrari fyrimynd innan vælgerandi arbeiði.
Gjørd klár í Føroyum
Tá kúlan er sniðgivin, verður hon send av landinum til framleiðslu, og síðani kemur hon aftur til Føroya, har fólk við skerdum førleika pakka og gera kúluna klára til marknaðin.
Í Íslandi hevur kúlan verið gjørd í seks ár, og fyriskipararnir vóna, at hon verður ein líka stór suksé í Føroyum, sum í Íslandi.
- Hvør kúla er serstøk og yndislig, júst sum hvørt barn á jørð, segði Kristina Larsen, stovnsleiðari hjá ALV, millum annað. Hon takkaði eisini MBF fyri teirra hjálp við verkætlanini.