Betesdakórið úr Klaksvík fer fríggjakvøldið at syngja í Nebo á Toftum. Tað verður góður og fjølbroyttur kórsangur at hoyra á Toftum fríggjakvøldið.
Sangkórið í Betesda í Klaksvík fer at vitja í Nebo, har sangløta verður klokkan 20 í annaðkvøld.
Sangskráin er fjølbroytt, og saman við kórinum verður solosangur, duett og trio.
Kórleiðari er Árni Jacobsen, og tónleikararnir eru Torkil Mørkøre, Guttorm Matras, Pætur Gerðalíð og Dávur Johannesen.
Betesdakórið verður av mongum mett at vera eitt tað besta kórið í landinum.
Kórið er eitt av elstu kórunum í landinum, og tað er kanska tað kórið, sum hevur verið mest støðugt, síðani tað varð stovnað á heysti í 1926. Tað vil siga, at í heyst verða tað 85 ár síðani kórið sang fyri fyrstu ferð, og síðani tá hevur kórið mest sum alla tíðina verið virkið.
Nú eru tað umleið hálvt hundrað sangarar í Betesdakórinum.