Kórstevnan 2006

Hóskvøldið 11. mei kl. 19.30 verður kórstevnan 2006 sett í Bygdarhúsinum í Leirvík. Kórstevnan er skipað yvir fleiri dagar, og endar leygardagin 13. mei við konsert við stóra felagskórinum í Gøtu Kirkju

Luttakarar á kórstevnuni eru øll sangáhugað. Neyðugt er ikki at melda til saman við nøkrum kóri, tá høvuðsendamálið við kórstevnuni er sangurin í stóra felagkórinum.
Svenskur kórleiðari
Kórleiðari verður kendi svenskarin Robert Sund. Tey, sum plagdu at vera við á kórstevnum seinast í fýrsunum, minnast Robert Sund og hansara vøkru svensku satsir og góðu rútmisku útsetingar. Robert Sund kemur í ár arbeiða við svenskum kórtónleiki, men harumframt fer hann eisini at arbeiða við tveimum kórsatsum hjá Eivør, ið John Høyby hevur útsett til kór. Eivør syngur sjálv solo. Robert Sund er við sínum serligu gávum uttan iva ein av teimum størstu, tá tosað verður um Norðurlendskan kórtónleik.
Høvuðsinnihaldið í kórstevnuni er venjingin í stóra felagskórinum, men fríggjakvøldið kl 19.30 verður eisini konsert í bygdarhúsinum í Leirvík við teimum einstøku kórunum, og leygardagin kl. 17 fer stóra felagskórið á pall í Gøtu kirkju at vísa, hvat tey hava lært kórstevnudagarnar.
Felagskórið Gøta/Leirvík gleðir seg til at taka ímóti fólki úr bygd og bý. Er tað onkur, ið enn ikki hevur teknað seg, ber til at ringja til ein av fyrireikarunum  Josefina 256913, Maria 441614 ella Sigvør 219570. Praktiskar upplýsingar um kórstevnuna síggjast á www.gota.fo