Kærufreistin bjargar FC Barcelona

Tað sær út til, at FC Barcelona ikki verður tveitt úr steypakappingini fyri brúk av ólógligum spælara

FC Barcelona heldur fyribils fram í sponsku steypakappingini, hóast tað er komið fram, at felagið brúkti ein ólógligan spælarar í fyrru 1/8-finaluni móti Levante. Orsøkin er, at Levante hevur kært ov seint.

 

Les eisini: FC Barcelona kann blíva tveitt úr steypakappingini

 

Spanska fótbóltssambandið skrivar, at eitt felag hevur 24 tímar at kæra. Tað gekk ein heil vika, áðrenn Levante kærdi. Spanska fótbóltssambandið hevur staðfest, at kæran ikki verður viðgjørd.

 

Levante vann fyrra dystin á FC Barcelona 2-1. Talan var um fleiri eykaspælarar hjá FC Barcelona, har ein av teimum var Juan Brandariz, sum vanliga verður róptur Chumi. Hann spælir til dagligt á næstbesta liðnum.

 

Spanska blaðið, El Mundo, vísti síðani á, at “Chumi” hevði leikbann til dystin. Undan fyrra dystinum móti Levante hevði verjuspælarin fingið sítt fimta gula kort fyri eykaliðið og harvið leikbann. El Mundo skrivar, at hetta leikbannið eisini er galdandi fyri Copa del Rey. Tí hevði “Chumi” ikki loyvi at spæla við í steypakappingini. Hann sat eftirfylgjandi yvir á næstbesta liðnum.

 

FC Barcelona vann returdystin á Camp Nou 3-0 og er samanlagdur vinnari á 4-2.