Kærustovnurin fingið nýggjan stjóra

1. septembur tekur Anja Hovgaard við sum stjóri á Føroya Kærustovni Anja Hovgaard er í dag sett í starv sum nýggjur stjóri á Føroya Kærustovni.

Hon tekur við eftir Gurið Joensen, sum er sett í starv sum stjóri á Útlendingastovuni.

Anja Hovgaard er 38 ára gomul og útbúgvin løgfrøðingur. Seinastu seks árini hevur hon starvast sum ráðgevi á Føroya Kærustovni. Áðrenn tað starvaðist hon á Toll- og Skattstovu Føroya í góð 4 ár, har hon tvey tey seinastu árini var leiðari á løgdeildini.

Anja Hovgaard tekur við starvinum tann 1. september, skrivar innlendismálaráðið á heimasíðu síni.