Kórvitjan úr Keypmannahavn

26 gentur og ein drongur mynda Vesterbro Provsti Ungdomskor, sum kemur at syngja í føroyskum kirkjum komandi vikuskifti Komandi vikuskifti kemur Vesterbro Provsti Ungdomskor til Føroyar á konsertferð.

Í kórinum syngja 26 gentur og 1 drongur í aldrinum 13?18 ár. Kórið er eitt kirkjukór, sum allar kirkjurnar í Vesterbro Provsti eru farnar saman um at stovna. Kórið syngur sostatt til guðstænastur og konsertir í hesum kirkjum. Á henda hátt læra tey bæði at syngja, læra guðstænastuna og sálmar at kenna. Kórið syngur við fylgispæli, men eisini 4 ræddaðar satsir uttan fylgispæl.

Á skránni til konsertirnar eru danskir sálmar og kórverk ? bæði nýggjur og gamal tónleikur við ymiskum sniði. Kórleiðarin er Lotte Smith-Petersen, sum bæði er útbúgvin sangari og urguleikari. Í Danmark verður hon eisini nógv brúkt sum instruktørur á kórstevnum fyri barna- og ungdomskór.

Konsertirnar verða í Hoyvíkar kirkju Kr. himmalferðardag, í Gøtu kirkju fríggjadagin og sunnudagin syngur kórið til guðstænastuna í Havnar Kirkju.