Kós móti toppinum

Tað man fara at vera langt síðani, at besta mansliðið hjá Neistanum hevur vunnið allar dystirnar móti Kyndli í einum kappingarári, men higartil eru teir komnir tríggjar fjórðingar á leiðini

Neistin-Kyndil 30-22

(12-10)


Mangir hondbóltsáskoðarar mundu vænta, at menninir hjá Kyndli av álvara fóru at spíla seg út, nú endaspælið í hondbóltinum byrjaði, men ístaðin er líkt til, at teir longu eftir fyrsta dystin í sama endaspælið eru um at verða afturúrsigldir, tá tað ræður um stríðið um gullkrónurnar.

Neistin vann nevnliga ein sannførandi sigur á grannunum sunnudagin, og hóast nógvir dystir enn eru eftir at leika, so tykist tað ikki sannlíkt, at Kyndil skal vinna seg inn aftur á oddaliðini, nú heili seks stig eru upp til fyrsta plássið.


Við buldur og brak

Leikararnir høvdu ikki verið á vøllinum í nógvar minuttir, áðrann tú hevði varhugan av, at neistamenninir høvdu stórar ætlanir við dystinum.

Eftir fimm teir fyrstu minuttirnar var støðan longu 5-1, og grønu kyndilsleikararnir vistu so at siga ikki, hvørjum beini teir skuldu standa á, tá stórskjúttarnir á neistaliðnum lótu kanóninar fara.

So við og við kom Kyndil tó aftur í aftur, og tá 20 minuttir vóra farnir, høvdu teir ota seg upp aftur á liðina á neistaliðnum.

Hetta var tó einasta ferðin, at Kyndil gjørdi rættuliga um seg, tí eftir at Neistin aftur vann sær leiðsluna móti endanumav fyrra hálvleiki, litu teir seg ongantíð aftur um bak.

Leiðslan, sum í byrjanini av hálvleikinum var tvey mál, vaks støðugt, og kyndilsleikararnir at enda høvdu mist alla vón um at fáa nøkur stig, gjørdist talan nærum um eyðmýking.


Verjan riggaði

Styrkin hjá neistaliðnum er fyrst og fremst hon, at liðið hevur nakrar avbera sterkar skjúttar, sum eru ein hóttan móti øllum verjum í landinum. Her verður sjálvandi serliga hugsað um Áka og Heina, men talan er eisini um aðrar menn, sum duga og vilja skjóta úti frá.

Hetta framgekk helst best um miðjan fyrra hálvleik. Fyri at verja fyri Áka Olsen, valdi Sophus at lata lítlabeiggjan, Hans Áka, mansverja stórskjúttan, men hetta viðførdi bert, at Heini fekk størri rásarúm, og eftir lítlari løtu hevði hann skotið 4 mál.

Síðani var roynt at mansverja báðar bakkarnar, men tá fór hin Áki (Mørk) at gera um seg, og so var líka vítt sum sítt.

Annars hevur størsti veikleikin hjá neistaliðnum verið, at verjan ikki hevur riggað nóg væl, men líkt er til, at Páll nú hevur loyst henda trupulleika, við tað at liðið nú spælir við eini 6-0 verju ístaðin fyri 5-1.

Tað skal tó eisini leggjast afturat, at málverjarnir hjá neistanum áttu sín stóra part av trivaliga sigrinum. Petur stóð avbera væl alla tað tíðina, hann vardi málið, og eftir at Bogi loysti hann av móti endanum av seinna hálvleiki gekk ikki verri.


Heildin riggar ikki

Hjá kyndilsliðnum gekk, sum tað kanska skilst, ikki serliga væl henda dagin, men verður sæð burtur frá seinastu 10 minuttunum, so leiktu teir als ikki nakrar vánaligan dyst.

Fleiri avbera góðir leikarar eru á liðnum, men enn væntar teimum tó tað seinasta, áðrenn teir av álvara kunnu gerast ein hóttan móti oddaliðunum.

Fleiri dystir í grundspælinum vóru teir tepurt við undirlutan, og nógv mundu ivaleyst vænta, at nú fóru teir av álvara at gera um seg. Soleiðis gjørdist tó ikki, og er orsøkin fyrst og fremst, at liðið ikki flytur seg nóg væl sum ein eind í verjupartinum.

Fleiri ferð komu hol ímillum, tá Neistin flutti bóltin frá síðu til síðu, og um menn sum Heini og Áki fáa pláss og tíð at skjóta, er lítið at gera hjá málmanninum.

Enn er tó tíð til at fáa hetta upp á pláss, og eftir tí, sum venjarin segði við kappingarársbyrjan, so var FM-heitið ikki nakað mál í sær sjálvum undan hesum kappingarárinum.

Stuttligari er tó altíð at vera við í toppinum, men fyri fyrst mugu teir so finna seg í at vera nøkur stig aftan fyri 3 tey fremstu liðini.

Hjá Neistanum sær tó bjartari út, og megna teir at finna sama spæl fram í komandi dystunum, er ikki óhugsandi, at teir av álvara fara at blandað seg í toppstríðnum.


Dysturin í tølum

Málskjúttar:

Neistin: Heini Joensen 11 (3), Áki Olsen 7, Kári Mortensen 4, Áki Mørk 4, Karl O. Rasmussen 2, Regin Didriksen 1, Elmar Ósá 1

Kyndil: Hannis Wardum 7 (11), Bjarni Wardum 5 (1), Jacob Jónsson 4, Rúni Poulsen 2, Uni Wardum 2 (1), Hans Á. D. Christiansen 2 (1)

Brotskøst:

Neistin 3, Kyndil 5

Útvísingar:

Neistin 3, Kyndil 3

Dómarar úr Stjørnuni:

Geir Wardum og Carsten Andersen