KÍ sett ungdómsvenjara

KÍ brynjar seg nú út til komandi kappingarár. Í øllum førum, tá tað ræður um tær yngru deildirnar. Tí meðan venjaraspurningurin til fyrstu deild menn framvegis tykist at hanga í leysari luft, hevur KÍ sett Bill Jacobsen sum ungdómvenjara og leiðara

Klaksvík:
William McCleod Jacobsen er nýggjur ungdómsvenjari og leiðari hjá KÍ. Ungdómurin í KÍ telur fleiri hundrað børn í skúlaaldri. Tað eru serliga nógvir dreingir, men genturnar eru eisini umboðaðar í øllum deildunum.
Karl Birgir Isaksen, formaður í fótbóltsdeildini hjá KÍ, sigur, at hetta er gjørt fyri at kunna samskipa ungdómsarbeiðið enn betur.
- Ungdómsarbeiðið hjá KÍ er sera vælskipað sum er, men tað kann altíð gerast betur, sigur Karl Birgir.
Hann sigur eisini, at tann sera góða undirtøkan millum børn og ung fyri KÍ ger, at tað er avbera torført at tilrættisleggja alt.
- Tí tað er alt ov lítið av plássi sum er. Men vit hava roynt og royna at fáa sum best burturúr. Og vónandi verður tað lættari, tá ein persónur er settur til at taka sær av øllum ungdómsarbeiðinum. Eisini hevur tað manglað okkum fólk til tíðir at fara við yngru liðunum úr býnum at spæla dystir, og tað skal ein venjari og leiðari millum annað eisini taka sær av.
Endamálið við at seta ein ungdómsvenjara og leiðara er, at byggja framtíðina upp í felagnum. Tí børnini fara einaferð at bera felagið fram.
Úrslitini yvirhøvur hjá KÍ hava verið upp og niður. Í ár endaðu fyrsta deild menn á triðja plássi og møguleikin til at sleppa út í Evropa at spæla komandi ár, er veruleiki enn einaferð. Annars letur Karl Birgir sum heild væl at úrslitunum í yngru deildunum í farna kappingarárinum.
- Serliga kvinnurnar hava klárað seg væl í ár, sigur hann og sipar til, at fyrsta deild kvinnur og gentur 14 ? 17 ár hjá KÍ blivur Føroyameistarar í ár.
- Kvinnufótbólturin í Klaksvík hevur altíð havt góð úrslit. Tær eru óførar, og tær gera eisini eitt megnararbeiði fyri felagið, sigur Karl Birgir Isaksen.
Hann leggur at enda aftur at, at eisini foreldur hava verið sera ófør at hjálpt til.