KÍ setti AB upp á pláss

Kvinnurnar hjá KÍ risti um vikuskiftið av álvara AB av sær við 3-0-sigri, meðan B36 heldur fast og við trimum stigum upp til KÍ nú er nærmasti og kanska einasti avbjóðari

Meðan mansfótbólturin hevur verið í steðgi hetta vikuskiftið vegna uppgávurnar hjá U21-landsliðnum, so hevur besta kvinnudeildin verið í dysti.
KÍ hevur verið einaráðandi higartil og ikki mist nakað stig, meðan AB og B36 hava runnið aftaná og leingi bara verið trý stig aftanfyri. Hetta vikuskiftið hittust júst KÍ og AB, og her fekk KÍ ein týdningarmiklan sigur og fekk lagt sjógv niður til AB. Tær vunnu nevniliga dystin heima í Klaksvík 3-0 eftir hálvleiksstøðuna 2-0.
B36 fylgir væl við KÍ og er framvegis bara trý stig aftan­fyri, eftir at tær á Skála vunnu 2-0 eftir at hava verið á odda 1-0 í hálvleikinum.
FC Suðuroy fekk sítt næsta stig í ár eftir at tær heldur óvæntað spældu javn­leik 1-1 ímóti HB heima í Vági. EB/Streymur vann 2-0 í Streym­nesi ímóti B68/NSÍ, meðan Víkingur vann 1-0 í tættari granna­uppgerð ímóti ÍF í Fugla­firði.
AB hevur nú mist eitt týdn­ingarmikið fet í oddastríðnum, meðan B36 við framvegis trim­um stigum upp til eitt ósigrað KÍ-lið er einasti nærmasti og kanska einasti avbjóðari.