Kósin eitt ?lukkað land?

Tað gongur striltið at fáa landingartøl av Kósini

Fiskivinna

Einasta fiskavirki í landinum, sum ikki kann ringjast til á vanligan hátt og spyrja, um skip hava landað, á er Kósini í Klaksvík.
Líka síðan 1979 havi eg altíð havt góð viðurskifti við teir, sum vita um vektina, eisini á Kósini. Men einaferð í vár vísti tað seg, at alt skuldi ganga um stjóran, og tá ber tíverri ikki altíð so væl til at siga ítøkiliga, hvat skipini hava.
Á Kósini hava tey ?vektamann?, sum vit plagdu at kunna spyrja um landingartøl, men tað ber ikki til longur.
Ein stjóri veit nógv, men tað er ikki altíð, hann veit ítøkiliga at siga okkum, hvat skipini hava inni, og tað er minni enn so, at ein stjóri altíð er at hitta. Hann skal jú fundast og annars verða upptikin av øðrum arbeiði av og á. Hinvegin er ?vektamaðurin? oftast at hitta ? og hann situr eisini við tølunum, men haðani kunnu vit einki fáa at vita longur.
- Vit hava so ringar royndir av tíðindafólki, siga tey ? tó uttan at siga ítøkiliga, hvørjar hesar ringu royndir eru.
Spell er tað, at stóra flakavirki í Klaksvík, sum eg altíð havi havt tokka til, ikki vil siga landingartøl, sum allir aðrir kunnu.
Og tað er eisini spell fyri heildarmyndina, tá ið flestu av hinum virkjunum, vit tosa við, eru undir sama hatti.
Kanska hevði tað verið eitt hugskot at heitt á Kósina um at sent okkum landingartøl sum e-post...